Verkfall hóttir aftur SAS

Verkfall hóttir aftur SAS
Roynt verður framvegis at fáa sáttmála við felagið hjá norsku starvsfólkunum
Endurreisingarætlanin sigur, at SAS skal spara 7,5 milliardir kr.
 
28.11.2022 - 08:51

Eitt nýtt verkfall kann raka SAS, um tað ikki eydnaðst flogfelagnum at fáa sáttmála við norska fakfelagið fyri tey umleið 500 starvsfólkini hjá SAS. 

Sum liður í endurreisingarætlanini fyri SAS, skal felagið finna sparingar fyri 7,5 milliardir svenskar krónur, og ein partur av hesum eru sparingar í lønarútreiðslum. 

Fyribils hevur tað ikki eydnast at fáa semju við norsku starvsfólkini.

- Málið er at fáa eina semju í lag, men tað eru tveir partar, og fyribils hava vit einki fingið á borðið, sum vit kunnu skriva undir uppá, sigur Elin Roverudseter, sum er forkvinna fyri norsku starvsfólkini. 

Í dag fara partarnir á semingsfund. Um tað ikki eydnast at fáa semju, tekur gerðarrætturin við, og so kann tað enda við verkfalli, um ongin semja um nýggjan sáttmála verður fingin í lag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358