Assad: Tvætl at Sýria nýtir evnafrøðilig vápn

Assad: Tvætl at Sýria nýtir evnafrøðilig vápn
Í dag fara eftirlitsfólk hjá ST at vitja forstaðirnar til Damaskus, har illgruni er um, at evnafrøðilig vápn eru nýtt í síðstu viku, upplýsir ST.
Assad, forseti, vísir aftur, at Sýria hevur brúkt eiturevnavápn
 
26.08.2013 - 09:13

Sýriski forsetin, Bashar al-Assad, vísir aftur, at hansara stýri hevur brúkt evnafrøðilig vápn í stríðnum móti uppreistrarfólkum í landinum.

- Viðmerkingarnar, sum politikarar í vestanlondunum og aðrastaðni koma við, eru ein háðan móti vanligum skynsemi. Tað er tað bera tvætl, sigur Assad í samrøðu við russiskt blað, sambært AFP og Ritzau.

Eftirlitsfólk í Sýria

Í dag fara eftirlitsfólk hjá ST at vitja forstaðirnar til Damaskus, har illgruni er um, at evnafrøðilig vápn eru nýtt í síðstu viku, upplýsir ST.

Fráboðanin kemur, eftir at Sýria og ST eru vorðin samd um at loyva eftirlitsfólkum at kanna økið, har hundraðtals fólk hava latið lív. Og sendiliðið hevur hevur skund.

Hevur skund

- Hvør tími telur. Vit hava ikki ráð til fleiri seinkingar, sigur ST-aðalskrivarin, Ban Ki-Moon, við fjølmiðlafólk í Seoul.

Enn er ikki endaliga staðfest, at evnafrøðilig vápn eru nýtt.

Men sambært "Læknum uttan mørk" hava túsundtals sjúklingar vitjað trý sjúkrahús í Damaskus síðani mikudagin við sjúkueyðkennum, sum líkjast gasseitran. 355 sjúklingar hava latið lív.

Geva hinum partinum skyldina

Heldur ikki er er staðfest, hvør hevur nýtt vápnini. Uppreistrarfólk og sýriska stjórnin geva hvørjum øðrum skyldina fyri at hava nýtt evnafrøðilig vápn í bardøgunum mikdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400