Mubarak fyri rættin 14. september

Mubarak fyri rættin 14. september
85 ára gamli fyrrverandi einaræðisharrin er fluttur úr fongslinum, og situr nú í húsavarðhaldi
Hosni Mubarak kærdi dómin um lívlanga fongsulsrevsing
 
26.08.2013 - 14:25

Sakarmálið móti fyrrverandi egyptiska forsetanum, Hosni Mubarak, er útsett til 14. september.

Tað hevur ein dómstólur í Kairo gjørt av.

Sakarmálið móti synum hjá Mubarak er eisini útsett.

Samsekur

Hosni Mubarak er ákærdur fyri at vera samsekur, tá fleiri hundrað mótmælisfólk doyðu undir uppreistrinum í 2011, sum endaði við, at Mubarak varð rikin frá valdinum.

85 ára gamli fyrrverandi einaræðisharrin varð hósdagin fluttur úr einum fongsli í húsavarðhald. Hann varð staddur í rættinum í gjár, tá rættarmálið enn einaferð varð útsett.

Mubarak varð í juni í fjør dømdur lívlanga fongsulsrevsing, men dómurin varð kærdur. Tí verður rættarmálið viðgjørt av nýggjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086