Jólaaftan í KFUK

Jólaaftan í KFUK
Evstamark at boða frá luttøku er týsdagin 20. desember
KFUK skipar aftur í ár fyri jólahaldi fyri tey, sum av einhvørjari orsøk eru einsamøll jólaftan.
 
02.12.2022 - 09:41

Nú tað styttist til jóla, boðar KFUK í Havn frá, at felagsskapurin aftur í ár fer at skipa fyri jólahaldi fyri tey, sum av einhvørjari orsøk eru einsamøll jólaaftan, og hava hug at vera saman við øðrum hetta serliga kvøldið á árinum.

Húsið letur upp klokkan 17, og farið verður til borðs kl. 18.

Í ár skipar Maria Syderbø Mikkelsen fyri tiltakinum. 

Tiltakið er ókeypis, og evstamark at boða frá luttøku er týsdagin 20. desember, skrivar KFUK á Facebook.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717