Ellemann viðurkennir: Samgonga við sosialdemokratarnar er lyftisbrot

Ellemann viðurkennir: Samgonga við sosialdemokratarnar er lyftisbrot
Vinstri og sosialdemokratarnir eru í "holt við okkurt, sum er rætt," sigur formaðurin í Vinstraflokkinum
Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, viðgongur nú, at hann verður ikki forsætisráðharri í hesum umfari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.12.2022 - 14:52

Formaðurin í danska Vinstraflokkinum viðurkennir nú, at fer flokkurin í samgongu við sosialdemokratarnar, er tað eitt lyftisbrot.

Tað sigur Jakob Ellemann-Jensen, floksformaður, í samrøðu við TV2, hví Vinstri framvegis tingast við Mette Frederiksen um samgongu.

Konservativi flokkurin tók seg úr stjórnarsamráðingunum við sosialdemokratarnar um vikuskiftið. 

Í valstríðnum upp undir fólkatingsvalið gjørdi Jakob Ellemann-Jensen fleiri ferðir greitt, at hann undir ongum umstøðum fór í samgongu við Mette Frederiksen.

 

Bleiv ikki forsætisráðharri

- Sjálvandi er tað eitt lyftisbrot. Eg fór til val fyri at gerast forsætisráðharri, men tað bleiv eg ikki. Tað noyðist eg at viðganga. Tað kann eg argast um, men eg kann eisini velja at siga, at nú royni eg at fáa tað besta burtur úr teimum sessum, sum Vinstriflokkurin fekk á valinum, sigur Jakob Ellemann við TV2.

Hann sigur, at Vinstri og sosialdemokratarnir eru "í holt við okkurt, sum er rætt," sum hann málber seg. Og líkt er til, at flokkarnir kunnu nærkast í ávísum málum, sigur hann.

Enn eru ikki allar súðir syftir, sigur Jakob Ellemann-Jensen. 

Og hann eggur aftrat, at  tað er "nakað heilt serligt," um tað eydnast báðum flokkunum at skipa stjórn.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938