- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi forseti í Guatemala dømdur 16 ára fongsul
Ein dómstólur í Guatemala hevur dømt fyrrverandi forsetan, Otto Pérez Molina, og varaforseta hansara, Roxanu Baldetti, 16 ár í fongsul.
Pérez og Baldetti vóru ákærd fyri at hava staðið á odda fyri tollsviki, og tey stjólu úti við 20 milliónir frá statinum, tá ið tey sótu við valdið.
Kanningarfólk halda, at tey bæði stóðu á odda fyri einari skipan, har ið innflytarar rindaðu teimum pening fyri at sleppa undan avgjøldum.
Fyrrverandi forsetin í Guatemala segði annars, at hann fór at revsa tey, ið svikaðu landið, hart, tá ið hann varð valdur til forseta í landinum.
Pérez kennir seg snýttan, og hann sigur, at dómurin er sagdur, uttan at rætturin "hevði skuggan av prógvum", sum hann málber seg.
Otto Pérez Molina sat sum forseti í Guatemala frá 2012 til 2015.