Høgni Hoydal: Vit styrkja flokkin og royna at sleppa í samgongu

bannari
Høgni Hoydal: Vit styrkja flokkin og royna at sleppa í samgongu
Formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi sigur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin, men Høgni Hoydal vísir aftur, at rok er í Tjóðveldi
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á vali hósdagin. Hann sigur í dag, at flokkurin fer at styrkja seg, og roynt verður framvegis at sleppa í samgongu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2022 - 14:07

Tað eru ymiskar fatanir innanhýsis í Tjóðveldi, hvørjar avleiðingar úrslitið av løgtingsvalinum skal fáa fyri flokkin. 

Formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, Rógvi Nybo, er eftir øllum at døma misnøgdur við floksleiðsluna, nú Tjóðveldi hevði afturgongd samanborið við seinasta val. 

 

Rógvi Nybo er formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi.

 

Í samrøðu við in.fo sigur Rógvi Nybo soleiðis um úrslitið av løgtingsvalinum:

"Vit kláraðu ikki at endurreisa flokkin á hesum løgtingsvalinum, og vit fáa eisini alla tíðina at vita, at vit koma ikki við nøkrum nýggjum. Tá er tað vanligur logikkur, at tað kann geva flokkinum nýtt lív at skifta formannin og endurnýggja flokkin."  

Rógvi Nybo vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið í dag. 

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, gevur Rógva Nybo av grovfílini.  

 

Eigur at hyggja inneftir

Men har er onkur, sum heldur, at formaðurin í aðalstjórnini eigur sjálvur at hyggja inneftir. 

Fyrrverandi løgstingsmaðurin og landsstýrismaðurin fyri Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, ið nú er borgarstjóri í Runavíkar kommunu, undrast á útsøgnina hjá Rógva Nybo.

Í gjárkvøldið skrivaði Tórbjørn Jacobsen soleiðis um formannin í aðalstjórnini á sínum Facebook-vanga: 

 

 "Maðurin fekk 93 atkvøður í øllum Føroyum, aðalstjórnarformaðurin, ovasti floksins í organisatiónini, no. 18 á listanum, hví leggur hann ikki kongin alt fyri eitt, og letur onkran annan sleppa framat, nú veljarin hjá flokkinum hevur vrakað hann so dyggiliga?

Tað er somikið undir alt lágmark, at vónandi boðar maðurin frá í morgin, at hann ikki er formaður í aðalstjórnini longur." 

 

Hví leggur hann ikki kongin alt fyri eitt, og letur onkran annan sleppa framat, nú veljarin hevur vrakað hann so dyggiliga?

Tórbjørn Jacobsen á Facebook

 

Standa saman um flokkin

Aðalstjórnin í Tjóðveldi, tingmanningin og valfeløgini siga í einum skrivi, at tey standa saman um flokkin.

Skrivið er soljóðandi:

Nú ivi er sáddur alment, skulu vit boða frá, at vit standa fult og heilt saman um flokkin, formann og leiðslu floksins. Vit stuðla øll royndunum hjá Tjóðveldi at skipa samgongu og koma í landsins stjórn og ynskja øllum hepna hond og styrk í arbeiðinum.

Tingmanningin hjá Tjóðveldi

Aðalstjórnin hjá Tjóðveldi

Norðoya Tjóðveldisfelag

Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Vága Tjóðveldisfelag

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Sandoyar Tjóðveldisfelag

Suðuroyar Tjóðveldisfelag

Unga Tjóðveldið

 

Høgni Hoydal, floksformaður, vísir aftur, at rok er í Tjóðveldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Royna at sleppa í samgongu

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, vísir aftur, at rok er í Tjóðveldi, men støðan verður viðgjørd innanhýsis í flokkinum.

- Vit styrkja flokkin og royna at sleppa í samgongu, sigur hann.

Hoyr samrøðu, sum John Johannessen gjørdi við Høgna Hoydal í útvarpstíðindunum:

 

13122022_Hogni_til_net

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564