Byggja protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri

Byggja protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri
Varðin Pelagic ætlar gagnnýta ta góðu restrávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum virkið ynskir at betur kunna gagnnýta svartkjaftin
 
31.12.2022 - 10:39

Varðin Pelagic ætlar at byggja eina protein- og lýsiverksmiðju á Tvøroyri, ið skal vera framhald av tí virksemi, felagið síðstu 10 árini hevur havt har.

Tað var á sumri í 2012, at Varðin Pelagic legði til brots á Tvøroyri við at virðisøkja og víðarimenna uppsjóvarfisk í Suðuroynni.

Virkið á Tvøroyri framleiðir sild, makrel, lodnu og svartkjaft, og av hesum fer ein partur til protein og lýsi, og felagið sigur, at ein av fyritreytunum fyri víðarimenning og kappingarføri er ein protein- og lýsiverksmiðja.

Endamálið er at kunna gagnnýta ta góðu restrávøruna frá høvuðsframleiðsluni, samstundis sum virkið ynskir at betur kunna gagnnýta svartkjaftin.

Hetta fer at skapa fleiri størv, støðugt arbeiði og eisini at hava við sær, at farmaflutningurin á Suðuroyðarleiðini minkar munandi, sigur Varðin Pelagic.

Arbeitt hevur verið við ætlanini í longri tíð, og nú er tað komið so mikið langt, at umsókn um byggiloyvi til protein- og lýsiverksmiðjuna í gjár varð handað Tvøroyar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025