- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ungdómshús á Skála
Ungdómshús á Skála
Runavíkar kommuna hevur keypt gamla meinigheitshúsið á Skála frá Losjuni Vitin fyri 450.000 krónur.

01.01.2023 - 18:23
Lítið og einki virksemi hevur seinnu árini verið í húsinum, sum stendur sera væl fyri miðskeiðis í bygdini.
Húsið, sum er 772 fermetrar til støddar, fer kommunan nú at brúka sum ungdómshús.
Á fíggjarætlanini hjá Runavíkar kommunu fyri 2023 eru 200.000 krónur settar av til endamálið.
Nú skal so finnast fram til, hvørji ynski og hvør tørvur er í mun til eitt virkishús á Skála, ið helst fer at minna um tilsvarandi Gulu smiðju í Heiðunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























