Gjøgnumganga deildir í H-bygninginum

Gjøgnumganga deildir í H-bygninginum
Nýggi bygningurin er partur av langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum
Væntandi sleppa fyrstu sjúklingarnir í H-bygningin í hesum árinum.
 
04.01.2023 - 18:00

Seinkingar og eykajáttanir hava sett sín dám á nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Royndarkoyringin av bygninginum er nú byrjað, men tað eru tó partar av bygninginum, sum ikki kunnu royndarkoyrast enn.

Hoyr samrøðu við Sigurð Ólason Vang, verkætlanarleiðara hjá Landsverki:

 

04012023_H_bygningur

 

Sigurð Ólason Vang, verkætlanarleiðari hjá Landsverki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

H-bygningurin er partur av langtíðarætlan fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum.

Hetta byggistigið fevnir um nýggjar medisinskar seingjardeildir, føði- og barnsburðardeild, psykiatriskan depil, hølir til sjúkrahúsuppvenjing og køk. Í kjallaranum verður tøknirúm til hitapumpur, seingjavaskimiðstøð, høvuðsgoymsla, parkering og rúm til burturkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523