Løgmansstjórin kanna embætisførsluna í Innlendismálaráðnum

Løgmansstjórin kanna embætisførsluna í Innlendismálaráðnum
Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at tey hava biðið um tilfar og eina frágreiðing frá Innlendismálaráðnum.
Marjun Hanusardóttir er løgmansstjóri
 
02.09.2013 - 14:08

Samstundis sum løgmaður fer at kanna embætisførsluna hjá landsstýrismanninum í innlendismálum, fer løgmansstjórin at kanna embætisførsluna hjá embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum.

Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri, sigur, at tey hava biðið um tilfar og eina frágreiðing frá Innlendismálaráðnum.

- Vit gjøgnumganga so málið, og løgmaður fer at gera sína meting. Men vit á Løgmansskrivstovuni fara eisini at gera eina meting av, um nakað er at finnast at løgfrøðiliga í embætisførsluni hjá embætisfólkunum, sigur Marjun Hanusardóttir, í stuttari viðmerking.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439