Dukka av turkiska forsetanum við høvdinum niðureftir

Dukka av turkiska forsetanum við høvdinum niðureftir
Turkar eru í øðini, og vitjanin hjá formanninum í svenska ríkisdegnum er avlýst
Dukkan, ímyndar turkiska forsetan, hongur við høvdinum niðureftir.
Mynd: SVT  
 
13.01.2023 - 10:07

Turkaland hevur sent boð eftir svenska sendiharranum, eftir eitt mótmælistiltak í svenska høvuðsstaðnum Stokkhólmi, har ein dukka, sum skuldi ímynda at vera turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, var hongd upp við høvdinum niðureftir.

Tað skrivar Reuters.

Svøríki hevur saman við Finnlandi søkt um limaskap í verjusamgonguni Nato. Øll limalondini, tó ikki Turkaland og Ungarn, hava góðkent umsóknina.

Turkaland hevur sett Svøríki krøv, sum skulu lúkast, áðrenn umsóknin um Natolimaskap verður góðkend. 

 

Kurdar og turkar í útlegd

Millum annað krevur Turkaland, at Svøríki skal fara harðari fram móti kurdum og turkum í útlegd, sum Turkaland heldur hótta landsins trygd.

Sonevndi Rojava-bólkurin hongdi dukkuna upp uttan fyri ráðhúsið í Stokkhólmi í gjáramorgunin.

Rojava er eitt annað navn fyri sýriska Kurdistan.

Turkaland hevur samstundis avlýst vitjanina hjá formanninum í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén, sum skuldi verða í næstu viku. 

Orsøkin er dukkan, sum skuldi ímynda turkiska forsetan Erdogan, sum varð hongd upp við høvdinum niðureftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107