Fleiri enn 200.000 danir vilja varðveita dýra biðidag sum frídag

Fleiri enn 200.000 danir vilja varðveita dýra biðidag sum frídag
Danska fakfelagsrørslan savnar í skrivandi løtu undirskriftir fyri at mótmæla ætlanunum hjá donsku stjórnini at avtaka dýra biðidag sum frídag frá næsta ári at rokna.
Lizette Risgaard, tv, er forkvinna fyri donsku fakfelagsrørsluna, Fagbevægelsens Hovedkontor.
Mynd: Mads Claus Rasmussen / Ritzau Scanpix  
 
18.01.2023 - 12:39

Danska fakfelagsrørslan er farin undir at savna undirskriftir fyri at mótmæla ætlanunum hjá donsku stjórnini at avtaka dýra biðidag sum frídag frá næsta ári at rokna.

Danska stjórnin ætlar, at Dýri biðidagur verður strikaður fyri at fíggja ein part av øktu útreiðslunum til verjuna

Fleiri enn 200.000 fólk hava higartil skriva undir, at tey vilja varveita heilidagin sum frídag, eftir at innsavningin byrjaði í gjár, skrivar TV2.

Forkvinnan fyri Fagbevægelsens Hovedkontor, Lizette Risgaard, segði í gjár, at danska stjórnin hvørki hevði lurtað eftir fakfeløgunum ella øðrum í samband við uppskotið, og tí kenna tey seg noydd at taka hetta stigið.

- Vit eggja øllum til, uttan mun til hvørjum man hevur atkvøtt fyri, at skriva undir uppá, at dýri biðidagur skal varðveitast. Stjórnin kann ikki ógilda vanligar avtalur uttan víðari, sigur forkvinnan.

Norðuratlantisku umboðini kunnu vera avgerðandi

Danska stjórnin hevur 89 av 179 fólkatingslimum, og tí kunnu norðuratlantisku umboðini spæla ein avgerðandi leiklut.

Anna Falkenberg

Caption: 
Anna Falkenberg umboðar saman við Sjúrða Skaale Føroyar á Fólkatingi. Hvørgan av fólkatingsumboðunum sigur seg ætla at seta seg upp móti avtaluni hjá donsku stjórnini.

Føroysku fólkatingsumboðini, Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg, hava tó ongar ætlanir um at seta seg ímóti uppskotinum.

Føroysku umboðini hava eina sonevnda clearingsavtalu, tá mál, sum ikki viðvíkja Føroyum, eru fyri í fólkatinginum.

Og hesa avtaluna ætla báðir føroysku fólkatingslimirnir at virða. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424