Soleiðis skal nýggja protein- og lýsiverksmiðjan á Tvøroyri síggja út

Soleiðis skal nýggja protein- og lýsiverksmiðjan á Tvøroyri síggja út
Stjórin í Varðanum Pelagic, Bogi Jacobsen, legði í kvøld tekningarnar fyri nýggju protein- og lýs verksmiðjuna á Tvøroyri fram á borgarafundi í Salti
Soleiðis ímyndar Varðin Pelagci sær, at nýggja verksmiðjan sær út upp frá nær við kirkjuna á Tvøroyri
Mynd: Varðin Pelagic  
 
24.01.2023 - 23:44

"Soleiðis sær ein fallos út," skrivaði kendi bloggarin Birgir Kruse á sínum bloggi BirkBlog um nýggju verksmiðjuna hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. 

Nú hevur Varðin Pelagic lagt tekningarnar av protein- og lýsiverksmiðjuni, sum ætlanin er at byggja á bryggjuni á Tvøroyri, út á Facebook-vangan hjá felagnum.

Fyrst av øllum takkar Varðin Pelagic fyri ein góðan og siðiligan borgarafund í Salti. 

Vit vita, at Varðin Pelagic ætlar at seta hetta upp á bryggjuni á Tvøroyri:

  • Seks siloir, sum hvør er 20 til 30 m. høgar
  • Ein skorstein, sum verður 60 m. høgur
  • Ein goymslubygning sum verður 40 x 40 m. til víddar
  • So skulu 140 m. av nýggjari bryggju byggjast

Soleiðis ímynda Varðin Pelagic og ráðgevarnir sær, at hesar útbyggingar fara at síggja út frá væl umtóktu og hugnaligu Café MorMor, sum liggur í grannalagnum. 

Fleiri tvørafólk mótmæla harðliga ætlanini hjá Varðanum Pelagic at byggja eina protein- og lýsiverksmiðju mitt á Tvøroyri. 

Millum tey, ið eru harðast ímóti, eru júst eigararnir av Café MorMor. 


Soleiðis ímyndar Varðin Pelagic sær, at nýggja verksmiðjan fer at síggja út frá sjúkrahúsinum á Tvøroyri. 

Tey, ið mótmæla, halda, at ein tílík verksmiðja hoyrir ikki heima í miðbýnum, men skuldi heldur verið bygd í óbygdum øki.

Nú eru so tekningarnar lagdar fram, og Tvøroyrar kommuna ætlar sær ikki at súlta umsóknina um byggiloyvi.

Umsóknin kemur longu fyri á býráðsfundi nú hósdagin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699