Føroyar ímóti Haaland

Føroyar ímóti Haaland
FSF hevur gjørt avtalu við norska fótbóltssambandið um, at Noreg og Føroyar møtast í venjingardysti á Ullevaal Stadion í november
Erling og norsku liðfelagarnir taka ímóti Føroyum á Ullevaal í november
Mynd: NTB  
 
03.02.2023 - 12:03

Føroyar skulu spæla venjingardyst ímóti Erling Braut Haaland og Norra á Ullevaal í november, skrivar fsf.fo.

Fótbóltssamband Føroya hevur gjørt avtalu við NFF, norska fótbóltssambandið, at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.

 - Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum.

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020 vóru Føroyar og Noreg í bólki saman.

 - Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdytir um árið, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 altso komin upp á pláss.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329