568 fólk staðfest deyð í jarðskjálvta í Turkalandi

568 fólk staðfest deyð í jarðskjálvta í Turkalandi
Hildið verður, at fleiri túsund fólk liggja undir húsatoftunum
Stúrt veðrur fyri, at fleiri túsund fólk liggja undir húsatoftunum eftir jarðskjálvtan í Turkalandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.02.2023 - 08:25

Talið á deyðum í Turkalandi og Sýria eftir harða jarðskjálvtan í Turkalandi í nátt er nú komið upp á 568.

Tað skrivar BBC.

Nógvir bygningar eru farnir, og mett verður, at fleiri túsund fólk enn liggja undir húsatoftunum.

Jarðskjálvtin, sum var klokkan 17 minuttir yvir eitt í nátt føroyska tíð, máldi 7,8 á Richter-talvuni, og merktist eisini í grannalondunum Libanon, Ísrael, Kypros og Grikkalandi. Talan er um ein av harðastu jarðskjálvtum, sum hava verið í Turkalandi.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

(Mynd: Ritzau Scanpix)

 

17.000 doyðu í 1999

Í 1999 lótu meir enn 17.000 fólk lív í einum hørðum jarðskjálvta í útnyrðingspartinum av Turkalandi. Mett verður, at avleiðingarnar av hesum jarðskjálvtanum kunnu gerast líka ringar og kanska verri enn í 1999.

Stephen Hicks, jarðfrøðingur á University College í London, sigur við BBC, at harðasti jarðskjálvti, sum higartil er skrásettur í Turkalandi, var í 1939, og hann var eisini 7,8 á Richter-talvuni. Tá doyðu 30.000 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132