Selja Teistan og Hasfjord

Selja Teistan og Hasfjord
Landsstýrið væntar at fáa 3,5 milliónir fyri Hasfjord og 30 milliónir fyri Teistan
Landið væntar at fáa 30 milliónir kr. fyri Teistan.
 
17.02.2023 - 08:15

Tríggjar milliónir eru í uppskotinum um fíggjarlóg til at kanna og fyrireika endurnýgging hjá Strandfaraskipum landsins.

Nú Sandoyartunnilin letur upp seinni í ár, vera Hasfjord og Teistin seldir.

Landsstýrið væntar at fáa 3,5 milliónir fyri Hasfjord og 30 milliónir fyri Teistan.

Smyril skal hava tveir nýggjar hjálpimotorar í ár. Teir eru mettir at kosta 15 mió.kr.

 

Smyril skal hava tveir hjálpimotorar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

252 milliónir

Sambært fíggjarlógaruppskotinum kosta Strandfaraskip landsins 252,3 mió.kr netto at reka í ár.

Útreiðslurnar eru 326,8 milliónir og inntøkurnar 74,6 milliónir.

Í uppskotinum um fíggjarlóg eru tiknar við fýra milliónir krónur í lønarhækkingum.

Oljan verður 28 mió. kr. dýrari, og Herjólfur III kostar 8,5 mió. kr. at leiga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373