Formansskapurin viðger starvsheiti hjá tingfólki

Formansskapurin viðger starvsheiti hjá tingfólki
Møguleikin at nevna kvinnuligan løgmann løgkvinnu verður eisini umrøddur
Bjørt Samuelsen er forkvinna í løgtinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2023 - 09:36

Formansskapurin í løgtinginum viðger í dag starvsheiti hjá tingfólki.

Hóast tingskipanin og stýrisskipanin siga, at bæði maður og kvinna í tinginum eru tingmenn, so er vanligt, at tey verða nevnd tingmaður og tingkvinna.

Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum, ætlar at fáa formansskapin at taka undir við at formalisera heitini, sum verða brúkt.

Spurningurin at nevna kvinnuligan løgmann løgkvinnu verður eisini umrøddur. Tilmæli er komið frá Málráðnum.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún H. Brend gjørdi við Bjørt Samuelsen í útvarpstíðindunum:

 

03032023_Bjort_og_starvsheiti

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775