FMA 2023: Tilnevningar til ársins kompositión

FMA 2023: Tilnevningar til ársins kompositión
Fimm verk eru í uppskoti til ársins kompositión, tá FMA 2023 verður hildið leygarkvøldið í Norðulandahúsinum.
 
07.03.2023 - 11:03

Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards aftur, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað. 

10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.

Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningin er ársins kompositión, og í ár eru fimm verk í uppskoti til hesa virðisløn.

 

Kári Jacobsen: Vælsignaðir barnaskógvar

Rangvørg

Caption: 
Myndin til útgávuna Rangvørg. Mynd: Rangvørg.

Á útgávuni Rangvørg eru fýra løg. Eitt teirra er "Vælsignaðir barnaskógvar". Urd Johannesen hevur skrivað tekstirnar - yrkingar, sum hon í fyrstu syftu legði út á sosialar miðlar, tá korona var í hæddini á vári í 2020. 

Útgávan í síni heild er eisini tilnevnd heiðurin sum ársins tekst. Meðan kompositiónin av lagnum "Vælsignaðir barnaskógvar" er í uppskoti sum ársins kompositión. 

Dómsnevndin skrivar millum annað um kompositiónina, at talan er um ein leikandi kamarmusikalskur lættleika, sum er yvir løgunum, ið Kári Jacobsen hevur skrivað til yrkingarnar hjá Urd Johannesen. Løgini hjá Kára fanga eisini tann gerandisligt poetiska observansin í tekstunum.

Í so máta vísir Kári Jacobsen eina greiða tónlistaliga fatan og tulking av óbundna skaldskapinum í sínum løgum. Eitt talandi dømi um hetta er vakra og ljósa lagið ‘Vælsignaðir barnaskógvar’, har Kári Jacobsen sjálvur hevur undirspælið, meðan sopranurin Birita Poulsen syngur.

Tú kanst hoyra lagið her: 

 

Madsen & Egilstrøð: Beinta ‘Departure'

Allan Gravgaard Madsen & Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Caption: 
Allan Gravgaard Madsen & Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð. Mynd: Stine Vejen.

‘Departure’ er finalan á verkinum/útgávuni BEINTA - A Symphonic Song Cycle, ið Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava tónsett.

Dómsnevdnin skrivar millum annað um verkið, at tað sameinir klassiska tónsetingarlist, sangskriving, populertónleik og íblástur úr elektronisku ljóðverðini. 

BEINTA varð frumframført á Spot Festivalinum í Aarhus í 2016, tá Aarhus Unge Tonekunstnere bíløgdu tað frá teimum báðum Egilstrøð og Madsen.

Nýggja heimsfruminnspælingin er útgivin á Dacapo Records, ið er fremsta danska plátufelag fyri klassiska og nýggja tónsetingarlist.

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð syngur, Aarhus Symfoniorkester leikar og týski Andreas Delfs stjórnar.

Lagið kann hoyrast her: 

 

Klingra: Eitt minni

Klingra

Caption: 
Nýggja kollektivið Klingra, sum eiga lagið "Eitt minni". Mynd: Klingra.

Klingra er eitt nýtt samanspæl við føroyskum, norðurlendskum og latviskum limum. Fimm stakløg eru útgivin, og eftir ætlan kemur heildarútgávan "Eftir" út í hesum árinum. Í november gav bólkurin út næsta staklagið "Eitt minni". 

‘Eitt minni’ er ein kensluborin og huglagsrík klaver kompositión við eini rørandi upptøku av einum 94 ára gomlum sjómanni, ið greiddi frá lívinum á havinum, stutt áðrenn hann andaðist. Her verður greitt frá um eina vanlukku á vesturstrondini í Grønlandi í 1956, har eitt skip sakk, og fjúrtan mans doyðu.

Dómsnevndin skrivar millum annað um verkið, at føroyska kollektivið Klingra, ið eisini telur norðurlendskar limir, arbeiðir við stillførum tónleiki, har pláss er fyri royndum við tí grundleggjandi og kensluhugaða innan huglagsríkan popp, klassiskt og elektroniskan íblástur.

Lagið kann hoyrast her: 

 

Yggdrasil og Vera Kondrateva: Timint Areh ‘Ischki’

Timint Areh – Vera Kondrateva, Yggdrasil

Caption: 
Timint Areh – Vera Kondrateva, Yggdrasil eiga lagið Ichski. Mynd: Tutl.

Yggdrasil er ein stovnur í føroyskum fólkatónleiki og jassi. Kristian Blak hevur verið leiðari øll árini. Afturat sær hevur hann ein skiftandi hóp av dugnaligum tónleikarum og samstarvarum úr bæði Føroyum, norðurlondum og arktisku regiónini.

Dómsnevndin skrivar millum annað um lagið ‘Ischki’, at tað er eitt talandi sterkt dømi um arktiskt samstarv við føroyskum undirspæli og sibiriskum sangi, ið Vera Kondrateva stendur fyri.

Lagið kann hoyrast her: 

 

Oddur Joensen: ‘Jazzmanian Devil’

Oddur Joensen

Caption: 
Oddur Joensen, sum eigur lagi "Jazzmanian devil", sum er í uppskoti til ársins kompositión. Mynd: Tutl.

Unga jassgittartalentið Oddur Joensen eyðmerkir seg við instrumentalum jassi við filmiskum dámi.

Dómsnevndin skrivar millum annað um tilnevndu kompositiónina, at við lagnum við frálíka heitinum ‘Jazzmanian Devil’ er talan um tónar við íblástri úr manouche jassi, t.e. jassur a la tað slagið, ið jass gittarleikarin Django Reinhardt og jass violinleikarin Stéphane Grapelli dugdu at fáa sving burturúr fyri mongum árum síðani.

Lagið kann hoyrast her:  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977