Nú er fólkatalið 54.300

Nú er fólkatalið 54.300
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári, skrivar Hagstovan
Burðaravlopið seinasta árið var 144 fólk og nettoflytingin 490 fólk. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
15.03.2023 - 11:50

Fólkatalið í Føroyum er nú farið upp um 54.300 fólk.

1.februar búðu 54.273 fólk í Føroyum, 634 fleiri enn 1.februar í fjør. Vøksturin er 1,2 prosent,

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári, skrivar Hagstovan. Seinasta árið hevur hann tó verið lakari enn undanfarnu árini.

 

Burðaravlopið minkar

Tað kemst serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum, muninum millum fødd og deyð. 

Men vøksturin í nettoflytingini vigar upp ímóti hesum. Tað er, at fleiri fólk flyta til Føroya enn úr Føroyum. 

Burðaravlopið seinasta árið var 144 fólk og nettoflytingin 490 fólk. 

Fólkavøkstur var í 21 av teimum 29 kommununum seinasta árið. 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360