KÍ stórfavorittur við Djúpumýrar

KÍ stórfavorittur við Djúpumýrar
KÍ er stórfavorittur á heimavølli ímóti EB/Streymi, meðan hinir báðir dystirnir í Betri-deildini við monnum eru verri at spáa um
Magne Hoseth og KÍ taka ímóti EB/Streymi í dag klokkan 15:00
 
02.04.2023 - 14:40

KÍ tekur ímóti EB/Streymi við Djúpumýrar í dag, har verandi føroyameistarin er stórfavorittur.
Odmar Færø er ikki við í hópinum hjá KÍ, og Sivert Gussiås byrjar inni fyri Páll Klettskarð, sum situr á beinkinum frá byrjan.


Javnir dystir á Dungasandi og í Fuglafirði

Um ein heimasiður er upplagdur í Klaksvík, er verri at spáa um hinar báðar dystirnar í dag.
Á Dungasandi í Sørvági tekur 07 Vestur ímóti B68, meðan ÍF tekur ímóti AB í Fuglafirði.
Allir dystirnir í dag byrja klokkan 15.00.

Í gjár vann Víkingur 7-0 á TB í Sarpugerði, og fimti dysturin hetta umfarið er í annaðkvøld kl. 18.00. Tá bresta B36 og HB saman í grannauppgerð á Ovara vølli í Gundadali.


Meistarin væl frá byrjan

Í bestu kvinnudeildini vóru tríggir dystir í gjár

Verandi meistarin, KÍ, vann heima heili 11-0 á TB/FC Suðuroy/Royn.
B36 og Víkingur spældu javnt 2-2 og NSÍ vann á útivølli 3-0 á 07 Vestur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Skratsj 28. januar 2026
203398
Mikudag 28. januar
Dansival: Gyltabók
203396
Mikudag 28. januar
Mono - Hjalte Bachmann (4:4)
203391
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379