Steypavinnarin ímóti HB í Løgmanssteypinum

Steypavinnarin ímóti HB í Løgmanssteypinum
Verandi steypavinnarin, Víkingur, tekur ímóti HB, og KÍ vitjar B36 í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið
Finalistarnir í fjør fingu trupult lutakast í kappingini um Løgmanssteypið
Mynd: Skíggjamynd, Televarpið  
 
03.04.2023 - 20:07

Víkingur byrjar sína steypaverju á heimavølli ímóti HB, meðan tapandi finalisturin í fjør, KÍ, skal á vitjan hjá B36 í fyrsta umfari.

Tað er greitt eftir lutakastið, sum var á Rás 1 hjá Televarpinum fyri løtu síðani.

Tvær aðrar Betri-deildaruppgerðir eru í 1. umfari. ÍF tekur ímóti 07 Vestur í Fløtugerði, og B68 skal á vitjan hjá TB við Stórá.

Størsti favoritturin man vera NSÍ, sum tekur ímóti MB við Løkin. Dystirnir í 1. umfar verða spæl

Kappingin um Løgmanssteypið, 1. umfar
Víkingur - HB
FC Hoyvík - EB/Streymur
ÍF - 07 Vestur
AB - FC Suðuroy
B36 - KÍ
Skála - B71
TB - B68
NSÍ - MB


Finalistarnir hittast helst í fjórðingsfinaluni

Í steypakappingini við kvinnum hittast finalistarnir frá í fjør helst í fjórðingsfinalunum.

KÍ endaði í undanumfarinum, har tær fáa ÍF á vitjan. Vinnur greipuvinnarin tann dystin, bíðar HB í Gundadali.

NSÍ tekur ímóti vinnaranum av dystinum ímillum FC Hoyvík og 07 Vestur í Hoyvík, Víkingur fær TB/FCS/Royn á vitjan og EBS/Skála tekur ímóti B36.

Steypakappingin hjá kvinnum, 1. umfar

Undanumfar
FC Hoyvík – 07 Vestur
KÍ - ÍF

Fjórðingsfinalur
HB – KÍ/ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík/07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083