Skála fingið nýggjan formann

Skála fingið nýggjan formann
Jóannes A. Prestá er nýggjur formaður í Skála Ítróttarfelag. Nýggja nevndin hevur skipað seg eftir eykaaðalfundin, sum var síðst í mars
Nýggja stervsnevndin hjá Skála ÍF. Jóannes Prestá (uttast t.h.) er formaður
Mynd: Skála ÍF  
 
04.04.2023 - 09:49

Jóannes Prestá er nýggjur formaður hjá Skála. 

Tað er greitt eftir at nevndin, sum varð vald á eykaaðalfundi í síðstu viku, hevur skipað seg.

Jógvan Andersen er næstformaður, Rókur V. Nilssen er kassameistari og Steingrím Jacobsen er skrivari. Hinir nevndarlimirnir eru Petur Anker Poulsen og Sveinur Ellefsen.


Trupult at manna nevnd

Ingi G. Hansen sat sum formaður hjá Skála frá 2020, og eftir strævin ár við róðrið, ynskti hann at fara frá. Sama vildu fleiri av nevndarlimunum, skrivaði portal.fo.

Tað eydnaðist kortini ikki, at manna nýggja nevnd á aðalfundinum í vetur ella á eykaaðalfundinum fyrr í mars.

Á eykaðalfundinum í síðstu viku møttu gott 50 limir upp, og tað eydnaðist at manna nevndina við seks limum.

Nýggju starvsnevndarlimirnir hava fingið hvør sítt umsjónarøki, og harumframt er ungdómsnevnd sett. Í henni sita Drós Ellingsgaard, Jóna Eivindsdóttir Zachariasen og Poula Dulavík Berg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083