Flogfelag stovnar hotelfelag

Flogfelag stovnar hotelfelag
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, er eisini stjóri í nýstovnaða partafelagnum  Ognarfelagnyum matr. nr. 406b í Sørvági, sum Atlantic Airways hevur stovnað
Ætlanin er, at hotellið millum annað skal hýsa teimum, sum koma á tyrluskiparaskúlan hjá Atlantic Airways.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2023 - 10:20

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, er eisini stjóri í nýstovnaða partafelagnum  Ognarfelagnyum matr. nr. 406b í Sørvági, sum Atlantic Airways hevur stovnað.

Felagið skal eiga og reka hotel Vágar, sum Atlantic Airways hevur keypt frá Gist og Vist.

Hjánavnið hjá felagnum er júst P/f Hotel Vágar.

Í nevndini eru Niels Heini Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways.

Hann er eisini nevndarformaður í hotelfelagnum.

Marius Eyðun Davidsen, fíggjarstjóri í Atlantic Airways, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Partapeningurin er 500.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083