KÍF og Team Klakvík spæla um hálvfinaluplássið

KÍF og Team Klakvík spæla um hálvfinaluplássið
Kollfirðingar taka ímóti klaksvíkingum í fjórðingsfinaluni í Burn-kappingini í kvøld
KÍF hevur ikki líkst sær sjálvum í síðsta triðingi av grundspælinum, men er favorittur ímóti Team Klakvík
 
08.04.2023 - 17:52

KÍF og Team Klaksvík skulu í kvøld dystast um plássið í hálvfinaluni í Burn-kappingini. 

Fjórðingsfinalan er í Kollafirði klokkan 19:30.

Kollfirðingar hava sitið á 2. plássi mestsum alt grundspælið, men H71 yvirhálaði seint í kappingini, eftir at KÍF steðgaði upp.

Heimaliðið er favorittur kortini á heimavølli - teir hava vunnið tveir av trimum innanhýsis dystum ímóti Team Klakvík, sum vann bronsuna í fjør.

Sambært portal.fo verður Niklas Selvig ikki við KÍF, meðan Hans Eli Sigurdbjørnsson er ivasamur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391