Útilív: Minst til tey góðu klæðini

Útilív: Minst til tey góðu klæðini
Brellbiti: Í triðja og seinasta parti av sendingini Útilív fer Jens Jákup ymsar gongutúrar í hagan, og hann hevur fleiri góð ráð og hugskot til klædnavalið
Í síðsta parti av Útilív, sum er á skránni í kvøld eftir Dag og viku, verður farið ymsar gongutúrar í haganum.
Mynd: Skíggjamynd úr triðja parti av Útilív.  
 
20.04.2023 - 11:08

Veðrið í Føroyum skiftir skjótt, og tí kann tað eisini vera torført at vita, hvørji klæðir tú skalt lata teg í, tá tú ætlar ein gongutúr. 

Í triðja og seinasta parti av sendingini Útilív fer Jens Jákup ymsar gongutúrar í hagan. Veðurvánirnar gera sjálvandi av, hvat er hent at hava við, og ikki minst hvat er smart at lata seg í, og longdin á túrinum hevur eisini nógv at siga. 

Eitt hent triks er eitt nú at lata seg í fleiri løg av klæðum, sum skjótt kunnu smoyggjast á ella takast av, heldur enn at lata seg í eina tjúkka troyggju. 

Tað er tí eisini gott at hava klæðir, sum bæði fylla lítið, viga lítið og eru úr góðum tilfari, sum andar.

Og um tú hittir Jens Jákup einsamallan í haganum við opnari splittu, so er tað bara tí, at hann er eitt sindur ov heitur: 

 

NET_UTILIV2_190423


 

Útilív: gongutúrar

Summarið nærkast, og nógv gleða seg til feriur í suðurlondum. Men hjá teimum, ið ikki ætla sær so langa leið í summar, er ein rúgva at uppliva í Føroyum. Men hvussu ger mann? Hvat skal til, og hvar fer mann?

Í triðja og seinasti parti av sendingini Útilív verður farið gongutúrar í hagan. Bæði styttri og longri teinar, bæði einsamallur og við ferðaliði. Hvat skalt tú hava við, og hvat skalt tú lata teg í? Tað veit Jens Jákup alt um. 

Sendingin er í sjónvarpinum í kvøld kl. eftir Dag og viku. 

Sást tú ikki fyrstu tveir partarnar, sum snúðu seg um at tjalda í haganum og sílaveiðu, so finnur tú teir her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162