Nógvur svartkjaftur sunnanfyri

Nógvur svartkjaftur sunnanfyri
Nýggjar kanningar hjá Havstovuni vísa, at nógvur svartkjaftur er í føroyskum øki aftur í ár.
 
13.04.2023 - 12:48

Nógvur svartkjaftur er sunnan fyri Føroyar og suður í bretskan sjógv og í írskan sjógv.

Tað vísa kanningar, sum Havstovan gjørdi fyri páskir. 

Fyribilsúrslitini vísa, at nógvur svartkjaftur er í føroyskum øki í ár, nakað tað sama sum í fjør.

Talan er serliga um 2020 árgangin, men eisini um 2021 og 2019 árgangirnar.

Meginparturin av fiskinum hevði gýtt. 

Miðallongdin er 25 sentimetrar og miðalvektin 91 gramm.

Hetta er árliga kanningin hjá ICES. Noreg, Írland, Niðurlond og Spania eru eisini við.

Endaliga úrslitið verður tøkt seinni í apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083