Video: Telefonfrí vika

Video: Telefonfrí vika
8. flokkur í Eysturskúlanum hevur læst fartelefonina inni í eina heila viku.
 
21.04.2023 - 12:37

Úrslitið er, at tey eru av tí sama meira úti í náttúruni, og fyrr í vikuni gjørdu tey eplaveltu í Kaldbak. Næmingarnir sluppu at royna seg, summir fyri fyrstu ferð, meðan aðrir eru vanir við at seta epli niður. 

Og snildtelefonirnar, tær eru læstar inni á skúlanum 24 tímar um samdøgrið alla vikuna. Tó er eitt undantak, at tey sleppa at nýta hana í 10 minuttir, so tey kunnu fáa nýggjastu kunningina um venjing og annað frítíðarvirksemi. 

 

Onga_fartelefon_NET_2

 

Meira virkin og sova betur

Elly Johannesen er flokslærari, og hon greiðir frá, at tað hevur ein áhugaverdan virknað at ikki brúka snildtelefonirnar. Tey ungu hava minni ilt í høvdinum, tey eru meira úti, eru meira virkin aftan á skúlatíð og sova betur. Sjálv hevur hon eisini telefonfría viku, og hon sigur, at tað er ikki bara sum at siga tað.

- Vit eru so bundin av okkara snildtelefon. Eg haldi, at trupulleikin er nógv størri, enn vit geva okkum far um, sigur hon.

Hon vónar, at hetta fer at eggja fleiri skúlaflokkum at royna eina telefonfría viku.

 

1594486

Lurta eftir samrøðuni við læraran Elly Johannesen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040