- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aggrasoppar vunnu Sement
Aggrasoppar vunnu Sement
Aggrasoppar vunnu tónleikakappingina Sement.

Aggrasoppar vunnu Sement, Nimbus Tópus gjørdust nummar tvey, og Benjamin Rajani gjørdist nummar trý.
30.04.2023 - 10:25
Aggrasoppar vunnu tónleikakappingina Sement, sum var í Reinsarínum í Havn í gjárkvøldið.
Nummar tvey í finaluni gjørdist Nimbus Tópus og Benjamin Rajani gjørdist nummar trý.
17 bólkar vóru til tey trý innleiðandi umførini, sum hava verið, og seks bólkar spældu seg víðari í finaluna.
Ein annar vinningur á Sement 2023 var eisini at spæla á Spot Festivalinum í Århus næsta vikuskiftið.
Aggrasoppar vann tann vinningin.
G! Festivalurin lat eisini ein vinning, sum var at spæla á G! í summar. Her vann Benjamin Rajani.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























