Síðsti dýri biðidagur sum frídagur hjá dønum

Síðsti dýri biðidagur sum frídagur hjá dønum
Í dag er síðsti Dýribiðidagur hjá dønum sum frídagur. Frídagurin varð endaliga strikaður við 3. viðgerð í Fólkatinginum hin 28. februar.
Anne Marie Poulsen Toldbod, sóknarprestur, til síðstu Dýra biðidagsgudstænastu í Bregnet Kirke í Rønde á Djurslandi, fríggjadag 5. mai 2023.
Mynd: Mikkel Berg Pedersen/Ritzau Scanpix  
 
05.05.2023 - 11:35

Tá danska stjórnin stutt fyri jól boðaði frá, at hon arbeiddi við at broyta dýra biðidag, soleiðis at hann gjørdist vanligur arbeiðsdagur, vóru fleiri, sum vóru ímóti hesum.

Frídagurin varð tó strikaður, eftir at andstøðuflokkurin, Radikali Vinstri, boðaði frá, at hann eisini tók undir við uppskotinum hjá stjórnarflokkunum. 

Í sambandi við uppskotið gjørdu andstøðuflokkarnir av at ógilda allar clearings-avtalur. Tað merkti, at ávísur spenningur var um, hvussu stórur meirilutin fór at vera í tingsalinum. 

Tí tryggjaði danska stjórnin sær, at føroysku fólkatingslimirnir vóru til reiðar at atkvøða fyri uppskotinum um neyðugt. Hetta gjørdist tó ikki neyðugt hjá føroysku fólkatingslimunum.

Dýribiðidagur verður tí vanligur arbeiðsdagur í Danmark frá 2024 at rokna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595