- Tíðindi, mentan og ítróttur
Korona er ongin hóttan móti heimssamfelagnum longur

Danska Heilsustýrið gav somu boð, at avtaka covid-19 sum vandamikil smitta fyri almenningin hin 1. apríl í ár.
Talsfólk hjá WHO siga, at talið av deyðum av smittuni lá um 100.000 fólk um vikuna í januar 2021, tá smittan var upp á tað ringasta, niður í 3.500 um vikuna 24. apríl í ár.
Og sambært Heimsheilsustovninum hava 7 milliónir fólk latið lív í heimsfarsóttini.
Í stuttari viðmerking sigur landslæknin við Kringvarpið, at tað ber ongantíð til at siga, um tað er púra liðugt við slíkum smittum sum koronu, men at tølini í Føroyum í øllum førum eru heilt lág í løtuni. Nú verður heldur ikki so gjølla kannað, um fólk hava smittuna, og tí eru tølini, sum eru fyri koronu í Føroyum heldur ikki heilt eftirfarandi.
Søren Brostrøm, stjóri í danska Heilsustýrinum, segði, tá Heilsustýrið tók korona av listanum sum alment vandamikla sjúku, at hetta merkir, at sjúkan ikki longur er ein stór hóttan móti samfelagnum. Men tað er tó enn týdningarmikið at minnast, at smittan enn er til ímillum okkara, og tað fer eisini at vera neyðugt at fyribyrgja álvarsamari sjúku sum fylgi av koronusmittuni.


























