- Tíðindi, mentan og ítróttur
Chemnitz um arktiskt sendifólk: Vit skulu takast í álvara

Við Sermitsiaq sigur grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz, at hon hevur biðið um ein fund við uttanríkisráðharran Lars Løkke Rasmussen um málið.
Danska stjórnin hevur brúk fyri grønlendsku fólkatingsumboðunum fyri at varðveita sín meiriluta, og spurd, um hennara flokkur Inuti Ataqatigiit fer at brúka sína støðu til at leggja trýst á donsku stjórnina, svarar Aaja Chemnitz, at hon fer at minna stjórnina á, at IA er ein stuðulsflokkur hjá stjórnini og tí skal takast í álvara.
Og hon leggur afturat, at Grønland má takast við, tá eitt arktiskt sendifólk verður sett, tí annars fer sendifólkið ikki at hava legitimitet hjá grønlendska fólkinum.
Danmark hevur síðan 2012 havt eitt arktiskt sendifólk, sum hevur havt til uppgávu at umboða og arbeiða fyri áhugamálunum hjá ríkisfelagsskapinum í Arktis mótvegis øðrum londum. Arktiska sendifólkið hevur skrivstovu í Keypmannahavn. Fyrr í ár varð Tobias Elling Rehfeld settur sum arktiskur sendimaður. Hann hevur verið verið danskur sendimaður í Suðurafrika.


























