Skulu sleppa at brúka móðurmálið í Fólkatinginum

Skulu sleppa at brúka móðurmálið í Fólkatinginum
Formaðurin í Liberal Alliance sigur, at skal ríkisfelagsskapurin styrkjast, eiga føroysku og grønlendsku umboðini at sleppa at tala sítt móðurmál við tulki
Alex Vanopslagh er formaður í Liberal Alliance.
 
15.05.2023 - 09:16

Formaðurin í danska flokkinum Liberal Alliance heldur, at føroyingar og grønlendingar skulu sleppa at tosa sítt egna móðurmál í Fólkatinginum. 

Alex Vanopslagh skrivar á sínum facebook-vanga, at hann skilir, hví grønlendski fólkatingslimurin, Aki-Matilda Høegh-Dam, tosaði grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli og noktaði at týða tað, hon segði. Men hann heldur kortini, at hennara máti at vísa sína ónøgd var barnsligur og ikki gagnaði endamálinum.

Aki Mathilda Høegh-Dam sýtti fyri at tosa danskt í fólkatinginum fríggjadagin, tá árliga orðaskiftið um ríkisfelagsskapin var fyri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

- Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning fyri okkara felags søgu og samleika, og eg vóni, at ríkisfelagsskapurin heldur á nógv ár fram. Men um ríkisfelagsskapurin skal varðveitast og styrkjast, skulu vit tora at tosa um, hvussu felagsskapurin skilabest verður innrættaður. Tað ber eisini í sær, at vit geva føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðunum møguleika at tosa sítt egna móðurmál í fólkatinginum við tulki, um tey vilja tað, sigur formaðurin í Liberal Alliance, Alex Vanopslagh.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777