Nú fáa vit eisini løgtingsfólk, løgtingskvinnu og løgkvinnu

Nú fáa vit eisini løgtingsfólk, løgtingskvinnu og løgkvinnu
Broytingarnar í tingskipanini koma longu í gildi ólavsøkudag, um tær eisini verða samtyktar við triðju viðgerð
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, var eisini forkvinna í grein 25-nevndini, sum viðgjørdi uppskotið frá formansskapinum um at broyta starvsheiti í tingskipanini og stýrisskipanarlógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2023 - 13:15

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotini frá formansskapinum í løgtinginum um starvsheiti í løgtinginum og landsstýrinum við teimum broytingum, sum meirilutin í grein 25-nevndini mælti til.

Talan er um broytingar í tingskipanini og stýrisskipanini.

Tað merkir, at heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna og løgtingsfólk vera javnsett og góðkend at nýta formliga, eins og landsstýriskvinna og landsstýrisfólk verður javnsett við landsstýrismann, løgtingsforkvinna við løgtingsformann, og løgkvinna við løgmann.

Samstundis verða løgtingsfólk og tingfólk sett inn í tingskipanina og stýrisskipanarlógina sum felagsheiti fyri kvinnur og menn, ið sita í løgtinginum. 

 

Í gildi á ólavsøku

Broytingarnar í tingskipanini koma longu í gildi ólavsøkudag, um tær verða samtyktar við triðju viðgerð, men broytingarnar í stýrisskipanarlógini skulu eisini samtykkjast av einum nývaldum løgtingi, áðrenn tær verða settar í gildi við serstakari løgtingslóg.

Við aðru viðgerð vóru 27 atkvøður fyri og seks ímóti at broyta starvsheitini í tingskipanini. Uppskotið um at broyta stýrisskipanarlógina var samtykt við 26 atkvøðum fyri og sjey ímóti.

Bæði málini skulu hava eina viðgerð aftrat í tinginum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776