Leyslatnir føroyingar í Danmark sleptir út á gøtuna

Leyslatnir føroyingar í Danmark sleptir út á gøtuna
Liljan Weihe, løgtingskvinna, heldur, at málið hevur skund at loysa, tí nýtt fongsul í Føroyum verður ikki liðugt fyrr enn um sjey ár
Liljan Weihe, løgtingskvinna, hevur fingið svar um støðuna hjá føroyingum, sum hava sitið dóm í fongsli í Danmark. (Savnsmynd: Kriminalforsorgen)
 
19.05.2023 - 12:54

Tá føroyingar verða latnir leysir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið, og uttan nakað trygdarnet.

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, sum svaraði fyrispurninginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hetta hevur fingið Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, at seta danska forsætismálaráðnum umvegis Ríkisumboðið ein fyrispurning, sum nú er svaraður, um viðurskiftini hjá føroyskum fangum í Danmark.   

Liljan Weihe heldur, at tað verður ov leingi at bíða, til nýtt fongsul í Føroyum verður bygt, tí tað fer ikki at standa liðugt fyrr enn um sjey ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19052023_Fangar_og_Liljan_Weihe

 

Les spurningar og svar her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659