Uppsjóvarvinnan rindaði 2,1 milliard í tilfeingisgjaldi

Uppsjóvarvinnan rindaði 2,1 milliard í tilfeingisgjaldi
Tilfeingisgjøldini eru hækkað síðani 2012. Í 2019 vóru tey 27 prosent av bruttoúrslitinum
Tróndur í Gøtu er eitt av uppsjóvarskipunum.
 
22.05.2023 - 08:09

Í 2019 vóru tilfeingisgjøldini av bruttoúrslitinum hjá uppsjóvarvinnuni 27 prosent.

Í 2020 og 2021 vóru tey 23 prosent.

Talið fyri 2022 er ikki tøkt enn.  

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Bjarna Hammer, tingmanni, um veiðigjøld.

Tilfeingisgjøldini eru hækkað síðani 2012, tá tey vóru níggju prosent av bruttoúrslitinum. Tey vóru 17 prosent í 2013 og 24 prosent í 2017 og 2018.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi um tilfeingisgjøld í uppsjóvarvinnuni. 

 

Rindað 2,1 milliard kr. 

Árini 2012 til 2021 rindaði uppsjóvarvinnan tvær milliardir og 136 milliónir í tilfeingisgjøldum.

Serstaki partafelagsskatturin, sum var árini 2012 til 2016, er ikki taldur við sum tilfeingisgjald. 

Uppsjóvarvinnan er nágreinað sum tað, sum Hagstovan hevur bólkað sum fiskiskap til ídnað.

 

Tøkugjald

Seinastu fimm árini hevur tøkugjaldið verið millum 9,3 prosent og 12,8 prosent av bruttoinntøkuni hjá alivinnuni.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer.

Tøkugjaldið, ella loyvisgjaldið, kom í 2014.

Árini 2014 til 2021 rindaði alivinnan góðar 934,8 mió. kr. í tøkugjaldi. Talið fyri 2022 er ikki tøkt enn.

Roknskaparliga vera útreiðslur til tilfeingisgjøld og tøkugjald drignar frá nettosøluni, áðrenn komið verður til bruttovinningin, ella bruttoúrslitið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425