Læknavaktin fær eisini psykiatriskar førleikar

Læknavaktin fær eisini psykiatriskar førleikar
Nýggja skipanin verður sett í verk í heyst, og ætlanin er at styrkja læknavaktina við førleikum og tilfeingi frá Psykiatriska deplinum
Í samgonguskjalinum stendur, at sálarligar og likamligar sjúkur skulu javnsetast.
 
23.05.2023 - 08:02

Tað verður ikki fyrr enn í heyst, at læknavaktin 1870 eisini fer at hjálpa sálarsjúkum.

Læknavaktin verður styrkt við psykiatriskum førleikum, so hon betur verður før fyri at hjálpa í  sálarligum bráðstøðum. 

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Hervør Pálsdóttur, tingkvinnu.

Hon sigur, at pengar eru í fíggjarlógini fyri 2023 til at stykja læknavaktina.

Og í samgonguskjalinum stendur, at sálarligar og likamligar sjúkur skulu javnsetast.
 
Ætlanin er at styrkja læknavaktina við førleikum og tilfeingi frá Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur Margit Stórá.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744