Byggja nýtt hotell í Klaksvík

Byggja nýtt hotell í Klaksvík
Nýggja fýrastjørnaða hotellið, sum ætlanin er at byggja í Klaksvík, hevur fingið prinsippielt byggiloyvi frá Klaksvíkar býráð.
 
27.05.2023 - 10:31

Tað var eitt samt býráð, ið tók undir við at geva hotellverkætlanini í miðbýnum prinsippielt byggiloyvi. 

Christian í Grótinum, LÍV, Betri, Varðin og íløgufelagið Víkin, ið telur 16 lokal feløg í Norðoyggjum, standa aftan fyri felagið, ið letur hotellið byggja. 

Hotellið, ið skal hava 81 kømur, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk, fer væntandi at kosta um 150 milliónir krónur.

Arbeiðið er so smátt longu farið í gongd, og ætlandi kann hotellið takast í brúk í apríl í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083