Kanningin um Jacob Vestergaard er liðug

Kanningin um Jacob Vestergaard er liðug
Ken Nónklett, kanningarstjóri, fer at lata løgtinginum kanningarúrslitið í hesari vikuni
Ken Nónklett hevur verið kanningarstjóri.
 
30.05.2023 - 10:00

Kanningin um embætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er liðug.

Hon verður latin løgtinginum í hesari vikuni, sigur kanningarstjórin, Ken Nónklett.

Løgtingið bað um kanningina.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur, at tíðindafundur verður, tá løgtingið fær kanningina.

Kannast skuldi, hvussu Jacob Vestergaard lutaði út fiskirættindi í 2020 og 2021.

Jacob Vestergaard hevur havt kanningina til hoyringar.

Ken Nónklett, advokatur, var biðin um at vera kanningarstjóri fyrst í mars í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775