Eysturoyartunnilin verður bæði almennur og privatur

bannari
Eysturoyartunnilin verður bæði almennur og privatur
Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt uppskot í tunnilsmálinum, mælir frá, at verkætlanin annaðhvørt verður privat ella almenn burturav
 
20.09.2013 - 10:42

Líkt er til, at Eysturoyartunnilin verður ein almenn og privat verkætlan.

Fólkini, sum vórðu sett at gera uppskot um tunnilsmálið, hava fýra uppskot um loysnir. Og tey mæla frá, at verkætlanin verður antin privat ella almenn burturav.

Samgongan fund

Samgongan hevði fund um tunnilsmálið í gjár. Og eftir tann fundin tykist vera greitt, at leisturin hjá Kára P. Højgaard og Innlendismálaráðnum um privata loysn burturav saman við Copenhagen Infrastructure Partners verður ikki brúktur.

Sannlíkt er nú, at stóra verkætlanin verður bæði almenn og privat.Formenninir í samgonguflokkunum og meirilutin í Fíggjarnevndini skulu nú arbeiða víðari við tunnilsmálinum.

Semja er um at gera kjarnuboringar bæði undir Tangafirði, Skálafirði og Skopunarfirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221