Viðgera neyvan niðurstøðuna í summar

Viðgera neyvan niðurstøðuna í summar
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer nú at nærlesa frágreiðingina, og fer síðani at taka málið  upp í formansskapinum
Bjørt Samuelsen er forkvinna í løgtinginum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
12.06.2023 - 15:52

Løgtingið verður neyavn kallað saman í summar til at viðgera niðurstøðuna hjá Ken Nónklett, advokati, um embætisførsluna hjá Jacobi Vestergaard, tá hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Ein niðurstøða hjá kanningarstjóranum er, at Jacob Vestergaard tilvitað framdi brot á góðan fyrisitingarsið.

Ken Nónklett mælir til, at uppskot til samtyktar verður lagt fyri tingið um at geva fyrrverandi landsstýrimanninum átalu, eitt nefs.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, fer nú at nærlesa frágreiðingina, og fer síðani at taka málið  upp í formansskapinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12062023_Bjort_um_kanningarstjora

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775