Andstøðan mælir til at bíða við útbyggingini á Frælsinum

Andstøðan mælir til at bíða við útbyggingini á Frælsinum
Málið er ikki klárt enn, sigur andstøðan í fíggjarnevndini
Uppskotið um at útbyggja og umbyggja bygningarnar á Frælsinum hevur ligið í fíggjarnevndini síðani 22. mars. Álitið kom í gjár.
 
13.06.2023 - 08:13

Minnilutin í fíggjarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, biðja landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum bíða við uppskotinum um at umbyggja og umvæla bygningarnar hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum.

Talan er um fyrsta byggistig. 

Málið er ikki klárt enn, sigur andstøðan. 

Minnilutin vil tí hava landsstýrismannin at leggja uppsktið fram aftur eftir summarfrítíðini, tá alt er liðugt fyrireikað, og arbeiðið er boðið út.

Málið hevur verið í fíggjarnevndini síðani 22.mars. Í gjár kom álitið.

Samgongufólkini í fíggjarnevndini taka undir við uppskotinum, men hava broyingaruppskot um at taka innbúgvið úr uppskotinum.  

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tekur undir við, at uppskotið um hesa verklagslógina um fyrsta byggistig verður lagt fram, áðrenn verkætlanin er boðin út.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542