Fara undir Tjørnuvíkarbergholið, tá Dalsbergholið er liðugt

Fara undir Tjørnuvíkarbergholið, tá Dalsbergholið er liðugt
Tunnilsliðið hjá Landsverki skal gera arbeiðið
Ætlanin er at fara undir bergholið til Tjørnuvíkar, tá bergholið til Dals er liðugt, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
 
26.06.2023 - 08:32

Ætlanin er at fyrireika bergholið til Tjørnuvíkar, so klárt er at byrja, tá Dalsbergholið er liðugt. 

Jarðfrøðiligu kanningarnar, - tann fyrsta var gjørd fyri 20 árum síðani, í sambandi við bergholið, verða væntandi lidnar í ár.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 til 2030 eru tvær loysnir.

 

Mælir til longru loysnina

Eitt berghol, sum er ein kilometur og 360 metrar, frá Brúnaskarði og eitt, sum er 2,5 km., frá Marma-skallará. 

Báðar linjurnar koma út inni í dalinum í Tjørnuvík. 

Landsverk mælir til at velja longru loysnina.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Kim Durhuus, løgtingsmann.

 

Tunnilsliðið skal gera arbeiðið

Hann sigur, at Landsverk mælir til longra bergholið, tí vegurin millum Marmaskallará og Brúnaskarð er vánaligur. 

Har er so bratt niðurfyri, at ivasamt er, um tað ber til at betra vegin nóg væl.

Tunnilsliðið hjá Landsverki skal gera bergholið til Tjørnuvíkar.

 

 

Grót til vegarbeiði

Dennis Holm sigur eisini, at Landsverk kannar, hvat gerast skal við grótið, sum kemur úr begholinum til Tjørnuvíkar. Ein møguleiki er at brúka grótið til at betra vegirnar í økinum.

Ein annar møguleiki er at brúka grótið til Saksunarvegin.

Nógv meira grót er enn brúkast kann til vegir, so roynt verður at finna øki, har nógv grót kann leggjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290