Niðurstøða um jarðhitaboringar kemur í august

Niðurstøða um jarðhitaboringar kemur í august
Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur svarað fyrispurningi um dálking, tá borað verður eftir jarðhita 
Arbeiðsbólkur kannar dálking frá jarðhitaboring, og niðurstøðan kemur í seinasta lagi 1. august. (Savnsmynd)
 
29.06.2023 - 08:55

Í seinasta lagi 1. august skal Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hava fyribils niðurstøður og møgulig tilmæli um lógarbroytingar frá arbeiðsbólkinum, sum kannar dálking frá jarðhitaboringum.

Í arbeiðsbólkinum eru fólk frá Kommunufelagnum, Vinnuhúsinum og Umhvørvisstovuni.  

Ingilín D. Strøm hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni.

Hann spurdi um dálking, tá borað verður eftir jarðhita.

Landsstýriskvinnan sigur, at Umhvørvisstovan upplýsir, at beinleiðis kanningar eru ikki um, hvussu boridust ávirkar náttúruna ella spillivatnsskipanir.

 

Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í umhvørvismálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Avmarkaður vandi

Umhvørvisstovan hevur tó í eina tíð tosað við borifeløg og kommunur um at gera slíkar kanningar. 

Umhvørvisstovan sigur, at kanningar í øðrum londum vísa, at um meginparturin av dustinum, serliga tungu bitlarnir, fer í bingjur, er avmarkaður vandi fyri áarlívinum.

Ingilín D. Strøm sigur í svarinum, at mett verður, at galdandi krav í Føroyum um burturbeining av tilfari frá boringum er í lagi. 

Í kunngerðini stendur, at tilfarið skal ikki fara í nærumhvørvið, tað eru áir, løkir og kloakkir ella í lendið. 

Umhvørvisstovan veit ikki um, at ítøkiliga er víst á skaða á til dømis síl í áunum, stendur í svarinum hjá landsstýriskvinnuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329