Kann vera skilagott at eftirmeta Landsbankan og Búskaparráðið

Kann vera skilagott at eftirmeta Landsbankan og Búskaparráðið
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
05.07.2023 - 14:24

- Tað kundi verið skilagott at eftirmett skipanina við Landsbanka og Búskaparráðið.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í svari til Eirik í Jákupsstovu, løgtingsmann.

Hann spurdi, hvørjar hugsanir landsstýriskvinnan hevur viðvíkjandi skipanini av Landsbanka og Búskaparráðið, sum var framd í 2021.

Eirikur í Jákupsstovu spurdi eisini, um landsstýiskvinnan ætlar at varðveita ella broyta verandi skipan.

Ruth Vang svarar, at málið ikki er viðgjørt í landsstýrinum enn.

Men av tí at nógvar atfinningar vóru, tá broytingin var framd, kundi tað verið skilagott við einari eftirmeting tvey ár eftir, at broytingin var framd, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339