Tóku onga avgerð um reingerðartænastuna

Tóku onga avgerð um reingerðartænastuna
Býráðslimir í Havn vilja ikki taka tænastuna av, men heldur endurskoða hana
Málið um reingerðartænastuna var tikið av skránni á eykabýráðsfundinum í gjár.
 
06.07.2023 - 08:23

Tórshavnar býráð tók onga avgerð um framtíðina hjá reingerðartænastuni hjá kommununi í gjár.

Málið var tikið av skránni fyri eykabýráðsfundin í gjár.

Embætisfólkini hjá kommununi mæla í fyrra lagi til at gevast við tænastuni.

Men tað vilja politikarnir ikki. Teir vilja endurskoða hana.

 

Kom í 2019

Reingerðartænastan kostar nógv meira enn upprunaliga ætlað, tá hon kom í 2019.

Játtanin nú er 800.000 kr. Tænastan kostar góðar 1,6 mió. kr. Brúkaragjaldið er 170 kr.

166 fólk fáa reingerðartænastu, 42 eru á bíðilista.

Skulu øll 208 fáa reingerðartænastu, fer hon at kosta yvir tvær milliónir krónur, stendur í skránni fyri eykabýráðsfundin í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262