SEV hevur fund við landsstýriskvinnuna um pumpuskipanina

SEV hevur fund við landsstýriskvinnuna um pumpuskipanina
Skipanin er dýrkað 400 milliónir kr., og landið má onkursvegna vera við, sigur stýrisformaðurin í SEV
Kári Johansen, stýrisformaður í SEV, fer seinni í mánaðinum á fund við landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um pumpuskipanina í Vestmanna. (Savnsmynd)
 
11.07.2023 - 09:26

20.juli verður fundur millum Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, og stýrið hjá SEV um pumpuskipanina hjá SEV í Vestmanna. 

Skipanin, sum upprunaliga kostaði eina milliard krónur, er nú vorðin góðar 400 mió. kr. dýrari.

Hon er nú vorðin so dýr, at landið má onkursvegna vera við, sigur formaðurin í stýrinum hjá SEV, Kári Johansen.

Hann hugsar millum annað um, at landið má gera tað lættari hjá SEV at fáa fatur í tí lendi, sum skal brúkast til vindmyllulundir.

 

 

Kári Johansen nevnir heimildina um ognartøku, sum er í lógini um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Har stendur, at landsstýrismaðurin kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanina, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindi yvir lendinum ella tilfarinum.

Landsstýrismaðurin kann síðani avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarkostnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334