Trump fingið boð um at møta í kanningarnevnd

Trump fingið boð um at møta í kanningarnevnd
Nevndin viðger hendingina, tá lopið var á amerikansku kongressina í 2021
Donald Trump, fyrrverandi forseti.
 
18.07.2023 - 16:15

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur seg nú skula møta í kanningarnevndini, sum í løtuni viðger hendingina, tá fólk lupu á kongressina í januar 2021.

Reuters skrivar, at Trump sjálvur hevur lagt eini boð út á sosiala miðil sín Truth Sosial, har hann skrivar, at hann í dag fekk handað eitt bræv, sum umrøður hann sum eitt mál, ið verður kannað.

Sjálvur sigur Trump, at slíkt bræv við so stuttari freist - hann skal møta innan fýra dagar - nærum altið hevur tað við sær, at tann, sum hevur fingið brævið, antin verður handtikin ella ákærdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775