At handtaka Putin er krígsavbjóðing

At handtaka Putin er krígsavbjóðing
Suðurafrikanski forsetin sigur, at hetta er ikki ein møguleiki, hóast Suðurafrika við limaskapi í altjóða revsidómstólinum hevur bundið seg til tað
Vladimir Putin, forseti, fer til Suðurafrika í næsta mánaði.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.07.2023 - 08:25

Kemur russiski forsetin, Vladimir Putin, til Suðurafrika og verður handtikin, er tað at rokna sum at bjóða Russlandi av til kríggj.

Tað heldur suðurafrikanski forsetin, Cyril Ramaphosa, skrivar suðurafrikanski miðilin, News24.

Í næsta mánaði er Putin boðin við til toppfund hjá sonevndu Brics-londunum.

Suðurafrika hevur um limaskap sín í altjóða revsidómstólinum bundið seg til at handtaka Putin, um hann kemur til landið.

Men tað heldur suðurafrikanski forsetin ikki vera ein møguleika, tí tað hóttir landsins trygd, skrivar The Guardian.

Suðurafrikanska andstøðan hevur nú lagt málið fyri ein dómstól, í eini roynd at noyða myndugleikarnar at handtaka Putin, kemur hann til landið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775