Revsa russisk mótstøðufólk móti krígnum í Ukraina

Revsa russisk mótstøðufólk móti krígnum í Ukraina
Amnesty International sigur, at í fjør vóru 21.000 fólk revsað, tí tey hava sagt vera ímóti russisku innrásini
Russar, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, hava annaðhvørt verið í varðhaldi ella fingið bøtur. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
20.07.2023 - 15:26

Russiskir myndugleikar gera alt fyri at fáa tey, sum eru ímóti krígnum í Ukraina, at tiga.

Sambært nýggjari frágreiðing frá Amnesty International vóru 21.000 mótstøðufólk í 2022 revsað, tí tey hava sagt seg vera ímóti russisku innrásini. 

Tað skrivar danska kringvarpið.

Fólkini hava annaðhvørt verið hildin í varðhaldi ella fingið bøtur.

Fólk verða fyrst og fremst revsað fyri at vera við í friðarligum mótmælisgongum á gøtunum, ella fyri at tosa ilt um kríggið á netinum.

Sambært Amnesty er talan sjáldan um rættvísar avgerðir.

Til dømis verða próvførslur frá verjuni ofta skúgvaðar til viks av dómarum, sum í staðin einans hyggja at frágreiðingunum hjá løgregluni, verður sagt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985